Menn seta seg sjálvar í trongstøðu

At seta seg uttanfyri felagsskapin orsakað av stuttskygdari vón um løtuvinning er bæði mannminkandi og ósamhaldsfast, men teir, ið mynstra við skipi ímóti boðunum hjá manningarfeløgunum, kunnu skjótt sjálvir koma illa fyri, tí teir hava ongan aftanfyri seg, um á stendur. Tað ger Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, greitt.

Mikukvøldið loysti uppsjóvarskipið Asbjørn Senior, TG 773, av Sundi, har tað hevur ligið og riggað til, og fór út á makrelfeltið. 
Tveir av manningini, kokkurin og einsamalli dekkarin, vóru á limalistanum hjá Føroya Fiskimannafelag, men við at mynstra við Asbjørn Senior hava teir meldað seg úr felagnum, tí teir harvið seta seg upp ímóti mynstringarbanninum, sum øll trý manningarfeløgini hava sett.

Viðtøkurnar hjá Fiskimannafelagnum eru púra greiðar hesum viðvíkjandi, tí talan er bæði um brot á greinina um felagsskyldu og greinina um limskap, sum ásetir, at bert fólk, ið mynstra eftir sáttmálunum hjá Fiskimannafelagnum, hava rætt til limaskap. Felagið hevur ongan sáttmála við Ocean Group Faroes í Vági, sum eigur Asbjørn Senior. 
Á feltinum skal skipið taka ímóti fiski frá Kúrbergi og Phoenix, ið partrola eftir makreli, og sum reiðaríið Thor í Hósvík eigur. Skipari og manning á hesum skipum eru nú rakt av blokadu.

Onki trygdarnet
Eitt er, at menn, ið mynstra móti boðum Fiskimannafelagsins og uttanum sáttmálarnar hjá felagnum, harvið melda seg úr felagnum, annað og fyri teir meira álvarsamt er tað, at teir eisini hála trygdarnetið undan sær sjálvum og ikki hava rætt til hjálp av nøkrum slagi frá felagnum, um teir koma illa fyri. Sum skilst er eitt nýtt manningarfelag stovnað í Suðuroy bara við tí endamáli at hýsa teimum, ið ætla at ganga uttanum sáttmálarnar hjá teimum etableraðu manningarfeløgunum. Men hetta felag hevur neyvan møguleika at byggja upp eitt líkinda tænastustøði, hvat viðvíkur ráðgeving, hjálp í sambandi við sjúku ella skaða, samlagstrygging, minstuløn o. s. fr., sum limirnir í Føroya Fiskimannafelag hava atgongd til.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum harmast støðuna. “At seta seg uttanfyri felagsskapin orsakað av onkrari stuttskygdari vón um løtuvinning er bæði sera mannminkandi og ósolidariskt, men teir, ið á henda hátt lata sjálvsøknið ráða, fara í sjálvdrátt og seta seg uttanfyri felagsskapin, kunnu skjótt sjálvir koma illa fyri, tí teir hava ongan aftanfyri seg, um á stendur”, sigur hann.

Søkja av nýggjum
Nevndin í Føroya Fiskimannafelag metir brotið á mynstringarbannið mótvegis Asbjørn Senior vera eitt sera álvarsamt álitisbrot, sum ikki bara sleppur at fara afturvið borðinum. Tí hevði nevndin í gjár ein fund, har bert hesin spuringurin var til viðgerðar.
“Niðurstøðan er generell, at tá menn hava sett seg uttanfyri felagið á henda hátt, so mugu teir søkja um limaskap av nýggjum, um teir vilja sleppa upp í aftur felagið, og nevndin fer síðani at viðgera málið og taka støðu í hvørjum einstøkum føri sær”, sigur Jan Højgaard.
Full semja var í nevndini um, at manningin á Asbjørn Senior sjálv hevur sett seg uttanfyri Føroya Fiskimannafelag.

Ongin ivi er í viðtøkunum um, at menn, ið ikki mynstra eftir sáttmála, ið er góðkendur av Føroya Fiskimannafelag, ella gera ímóti boðum felagsins, sjálvir hava tikið seg úr felagnum:

§ 2 Limaskapur
Rætt til limaskap hava menn og kvinnur, sum mynstra eftir sáttmálum Føroya Fiskimannafelags. Eisini onnur siglandi kunnu gerast felagslimir. 
Uppiløgst sjófólk, sum hava verið limir, kunnu gerast hvílandi limir. Hesi kunnu halda fram í trygging felagsins, um tey lúka tryggingartreytirnar. 

§ 13 Felagsskylda
Felagslimir Føroya Fiskimannafelags mugu ikki mynstra við føroyskum skipi, uttan at allir umborð eru felagsbundnir. Allir sum mynstra eftir sáttmálum Føroya Fiskimannafelags skulu vera limir í Føroya Fiskimannafelag. Fyri limir í sjómannadeildini kann felagsstjórnin tó gera undantak frá hesi reglu.

Fer nakar limur í Føroya Fiskimannafelag at sigla saman við monnum, sum ikki halda tær í hesi grein nevndu treytir, ella fremur hann á annan hátt brot móti felagnum ella boðum tess, kann hann gerast útlagin úr felagnum. Skal limur koyrast úr felagnum hevur viðkomandi rætt at vera hoyrdur skrivliga ella munnliga, áðrenn nevndin tekur avgerð í málinum.
Skal limur koyrast úr felagnum skulu 2/3 av teimum sum eru á nevndarfundi atkvøða fyri.

Fyri uppafturtøku kann felagsstjórnin seta treytir, harundir at tílíkur limur rindar sekt, ið stjórnin ásetur. 

 

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr