Almennu Føroyar lofta bert útvaldum

Almennu skipanirnar gera mun á fólki, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, í hesi grein, har hann vísir til eitt mál, har krabbasjúkur fiskimaður er við sviðusoð í mun til fastlønt, alment sett starvsfólk, ið gerast sjúk.

Landsins kosnu politikarar smæðast ikki burtur at kalla Føroyar eitt vælferðarsamfelag, og billa fólki og helst eisini sær sjálvum inn, at vit hava eitt samhaldsfast samfelag.
Men her er eitt dømi um, hvussu ymiskt føroyingar blíva viðfarnir, tá ið sjúka rakrar:

Ein fiskimaður fær staðfest krabbamein. Hann heldur, at hann er í góðum hondum viðvíkjandi tí fíggjarliga, tí kona hansara var sjúk fyri tveimum árum síðani, og hon fekk løn tær fýra vikurnar, hon var burtur frá arbeiði. 
Men tað, ið hann ikki hevði væntað, var, at hann verður mettur ikki at vera verdur at hava somu rættindi sum so nógv onnur. Hann er tó ikki heilt fyri ongum, tí hann fær játtað dagpengar. Hetta er tó ikki í nánd av tí, sum útvaldir bókar fáa, tá teir fáa forfall vegna sjúku. Hann má eisini renna runt frá peri til pól fyri at fáa undirskriftir, so hann yvirhøvur kann fáa eitt oyra. Tað klárar hann tó, hóast hann er nakað ússaligur. Hann tosar so við konu sína, sum eisini heldur, at hetta er ikki rætt. Tað ber ikki til at gera so stóran mun á fólki. Men ongin vil lurta eftir teimum. 

Tey fáa at vita, hvat hann fær um dagin í sjúkradagpeningi, men finna síðani út av, at hetta talið samsvarar ikki við tað, hann fekk fyri allan mánaðin. Tá tey spyrja, hví so er, er svarið, at páskirnar komu upp í við nógvum frídøgum, sum verða drignir frá. Almennu Føroyar meta sostatt ikki, at ein kann hava krabbamein um høgtíðirnar.

Konan, ið hevur eitt gott alment starv, hevur greitt okkum frá, at tá hon var sjúk, fekk hon tríggjar til fýra ferðir so nógv, sum maður hennara fær, og hon misti ongan dag. Hon heldur, at fólk í hennara støðu høvdu tolt betur at vera mótroknað fyri frídagar, enn eitt nú fiskimenn og tímalønt, sum bara fáa játtað eina lítla upphædd. 

Nú má lóggevandi valdi taka sær um reiggj, og syrgja fyri, at fólk ikki vera við sviðusoð, tá trongar tíðir eru – og ikki minni, at fólk fáa somu viðferð.

Jan Højgaard
formaður í Føroya Fiskimannafelag

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr