Kenna ábyrgd fyri útlendingunum

Deyðsvanlukkan umborð á Anitu 11. februar, tá 34 ára gamli indonesin Saefudin sló út, er fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum, so vónir eru um, at einkjan eftir hann fer at fáa fíggjarliga hjálp. Og tó at hon valla formáddi sær nógv mótvegis dýru flogvallarprísunum við smápengunum, hon fekk at ferðast fyri, so hevur hon fingið hýruna, hon átti til góðar, tá hon var heimsend 12. mars. 
Men annars tykist manningin og familjan hjá tí sjólætna vera slept upp á fjall.

- Eg havi samband við onkrar av manningini av Anitu, og eitt tað síðsta eg frætti í einum smsi var, at teir fingu 50 dollarar at eta fyri á ferðini úr Føroyum til Indonesia. Ferðin tók umleið tveir og ein hálvan dag. Síðan tá havi eg frætt aftur, at teir hava fingið lønina, teir áttu til góðar, sigur Annfinnur Garðalíð, næstformaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Hann hevur víst málinum stóran ans og alla tíðina havt samband við manningina. Seinni hevur hann eisini fingið samband við einkjuna eftir hin 34 ára gamla, sjólætna Saefudin.
 

Skelkað einkja

Einkjan er 26 ár, arbeiðir sum sølukonsulentur, og tey bæði áttu ein son saman, sum er tvey ár.

- Hon er skelkað yvir viðferðina, hon fær. Tað einasta, hon fekk at vita, var, at ein vannlukka var hend umborð á Anitu, og at maður hennara var burtur. Onki meira enn tað. Hon hevur onga frágreiðing fingið hvørki frá reðaranum ella nøkrum agenti, sigur Annfinnur Garðalíð.

Hann hevur sókt um og fingið innlit í sjálva sjófrágreiðingina, og saman við Fiskimannafelagnum er arbeiði sett í gongd at umseta sjófrágreiðingina til indonesiskt.

- Eg havi roynt at greitt henni frá tí, eg veit, men sjálvandi, hon tosar og skrivar á indonesiskum, og eg royni meg við enskum. Google translate er tulkur, og tað vísir seg at ganga hampuliga væl. Men tað verður gott at fáa sjófrágreiðingina umsetta, so hon kann fáa eina nágreiniligari frágreiðing um vannlukkuna, sum kostaði manni hennara og pápa at soninum lívið, sigur Annfinnur Garðalíð.

- Tá tað kemur til tryggingarspurningin, so havi eg tosa við Vannlukkutryggingina, sum er ein lógarásett trygging. Tey hava verði sera jalig har við at geva mær upplýsingar í málinum. Men sjálvandi, tey skula hava ymiskar váttanir, at hann veruliga var giftur, og at hann er pápin at barninum o.s.fr. Eg vóni so sanniliga, at hon kemur at fáa fulla tryggingarupphædd, sigur hann.

- Tað, sum eisini er áhugavert, er, at beiggi Saefudin og onnur í hennara familju hava kontaktað meg, so eg vóni, at vit kunnu sum fagfeløg gerða eitt munagott arbeiði, so at eftirsitararnir kunna fáa sín rætt, sum tey hava uppiborið, sigur Annfinnur Garðalíð.

Øtast um handfaring

Hann øtast um handfaringina av málininum frá reiðarans síðu og av føroysku myndugleikunum.

- Eg øtist, at slíkt kann henda her í okkara landið, og ongin gerð nakað. Hesir menn hava arbeitt 112 tíma viku ella 470 tímar um mánaðin fyri 550 dollarar í mánaðarløn. ILO-sáttmálin (ILO – International Labour Organization – er altjóða arbeiðarafelagsskapurin, red.) sigur annars, at minimumlønin er 1028 dollarar fyri 302 tímar um mánaðin, so vit koma ikki uttanum, at her er talan um sosiala dumping. Saefudin var bátsmaður, og hann fekk 850 dollarar um mánaðin.

- At ongin mynduleiki vaknar og reagerðar uppá hetta er einfalt so ófatuligt. Ongin heldur seg varða av hesum máli, hvørki so ella so, sigur næstformaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum og leggur afturat:

- Øll vaska hendur í avvarandi ráðum og stovnum, og landstyrismaðurin í fiskivinnumálum sigur seg ongan mynduleika hava at gerða nakað sum helst. Nei samanumtikið so er enn einaferð onki at vænta sær, tá tað snýr seg um rættindi hjá sjófólkinum.

Greinin var prentað í Samtakblaðnum í Sosialinum 14. mai 2014.

 

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr