Tá tunn lóggáva og vánaligt eftirlit ganga hond í hond

11. februar í ár hendi syndarlig vanlukka umborð á garnaskipinum Anitu, tá hin 34 ára gamli indonesiski sjómaðurin Saefudin sjólætst, meðan skipið setti gørn í illveðri á Skeivabanka einar 180 fjórðingar í ein útsynning úr Suðuroynni.

Skipið helt tó áfram at fiska í einar 10 dagar, áðrenn tað kom inn, tí Sjóvinnustýrið helt tað ikki vera neyðugt at krevja skipið til lands.

Og Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, er sannførdur um, at garnaskipið var farið aftur til fiskiskap við somu indonesisku manningini fáar dagar seinni, um hann ikki meldaði skipið til løgregluna hin 23. februar, dagin fyri at sjóforhoyrið var í Føroya Rætti í sambandi við vanlukkuna 11. februar.Orsøkin til at fiskimannafelagsformaðurin meldaði Anitu til løgregluna var, at hann hevði uppspurt, at útlendska manningin var í holtur við at landa skipið í Norðhavnini í Klaksvík. Tað hevði hon ikki loyvi til, tí ongin av teimum hevði arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað krevst fyri at gera arbeiði á landi í Føroyum. - Tað var onki, sum bendi á, at nakrar nærri kanningar skuldu gerast av nøkrum viðvíkjandi skipi og manning. Sjóforhoyrið var bara ein rutina, sum skuldi fáast frá hondini. Skipið hevði eisini latið øll gørnini staðið á Skeivabanka, so teir roknaðu bestemt ikki við, at teir skuldu steðga leingi inni, sigur Jan Højgaard.

Onki var í lagi
Tað vísiti seg eisini skjótt, at viðurskiftini hjá manningini als ikki vóru í lagi. Hinvegin var skilið so ringt, at myndugleikarnir gjørdu av, at øll tann útlendska manningin – umleið 30 í tali – skuldi sendast heim.
Og síðani rullaði kavabólturin, tí støðugt meira kom undan kavi, tá løgreglan av álvara fór at vísa skipinum áhuga. Undir sjóforhoyrinum var eisini nógv undrunarvert og komið fram um arbeiðsviðurskiftini og ikki minni trygdarviðurskiftini umborð, umframt at tað var sera ógreitt, hvør í veruleikanum hevði evsta ræðið umborð – um tað var føroyski skiparin ella spanski yvirstýrimaðurin. Skipið slapp ikki út aftur, men ongin tyktist leggja nakað í, at gørnini hjá skipinum framhaldandi stóðu og fiskaðu á Skeivabanka. Lógin fyriskrivar annars, at gørn ikki mugu standa í sjónum longri enn 72 tímar. Ikki fyrr enn Kjartan Hoydal, pensjoneraður fiskivinnufrøðingur, alment gjørdi vart við hetta, fór onkur at ressast. Fyrst segði Vørn/Fiskiveiðieftirlitið seg ikki hava nakað mandat at gera nakað við ólógliga fiskandi gørnini, men at enda meldaði eftirlitið kortini Anitu til løgregluna – eftir at gørnini høvdu staðið á Skeivabanka og fiskað í 35 dagar.

Grov lógarbrot
Tá skipið varð kravt at draga gørnini og fór út, fyri stórsta partin mannað við íslendingum, vóru eftirlitsfólk frá Vørn við, og tað vísti seg, at skipið hevði sett meira enn 4649 gørn, tó at tað bert hevði loyvi til 1400. Eisini hevði skipið sett svartkalvagørn inn ímillum havtaskugørnini, sjálvt um tað er bannað at royna við báðum garnasløgunum í senn.
Til samans hevur løgreglan ákært skipara og reiðarí fyri sjey brot á lógina um vinnuligan fiskiskap, og hald er lagt á allan reiðskapin, eins og reiðaríið hevur mugað veitt trygd fyri 2,4 milliónum krónum til millum annað bót og sakarmálskostnað.
- Vit mugu ikki gloyma syrgiligu hendingina – at ein ungur indonesiskur familumaður lat lív – sum gjørdi, at henda gølan yvirhøvur varð avdúkað og framvegis verður avdúkað. Men tað er ræðandi og sera ørkymlandi at hava fingið staðfest, at alt hetta óskilið helst bara hevði sloppið at hildið áfram, um ikki reiðaríið gjørdi tann lutfalsliga lítla brølaran at lata útlendsku manningina landa skipið, so tað kundi meldast fyri brot á reglurnar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, sigur Jan Højgaard.
Eisini Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, hevur í grein øtast um støðuna og vánaliga eftirlitið.

Vánaligt eftirlit
Í døgunum beint eftir 11. apríl, tá útvarpið visti at siga, at Vørn hevði meldað reiðaríið, og stjórin har tískil ikki vildi viðmerkja málið, hevði Axel Hansen eina grein í miðlunum undir heitinum “Vørn fjalir seg”. Har skrivar hann millum annað soleiðis:

“Tað má sigast at vera funnin fressur hjá Vørn nú knappliga at hava funnið sær hetta høvið at sleppa sær undan, at almenni ljóskastarin verður settur á teirra óhepna leiklut í hesum máli.
Ein stórur partur av tí, sum er staðfest í sjóforhoyri og eftirfylgjandi løgregluavhoyring kundi verið – og er partvíst – staðfest við vanligum eftirliti. Og nógv, sum eftir øllum at døma ikki er alment staðfest nakrastaðir enn, kann Fiskimannafelagið staðfesta.

Millum annað hevur Fiskimannafelagið fingið avrit av mynstringarlistunum hjá Anitu higartil í ár. Teir eru als ikki gjørdir í samsvar við galdandi reglur, til dømis eru á flestu mynstringarlistunum bert upplýsingar um vinnubræv hjá skiparanum, meðan ongir upplýsingar eru um hetta hjá hinum yvirmonnunum. Og sjálvt um skipið hevur skift skipara, er manningin ikki mynstrað av nýggjum, sum hon skal sambært mynstringarreglunum.
Hetta eru greið brot, og føroyskir fiskimenn vita, at bara tað minsta er galið við mynstringarlistanum ella pappírunum hjá teimum, tá Fiskiveiðieftirlitið vitjar umborð, so fær skiparin stóra bót, og í ringasta føri verður skipið kravt til lands.

Men hóast Fiskiveiðieftirlitið hevur verið umborð á Anitu í ár og framt eftirlit, so hevur ongin talað at mynstringarlistunum.”

Sum Fiskimannafelagið skilir, verða kanningar enn gjørdar í Anitu-málinum, og støðugt meira kemur fram.

Ábyrgd staðfestast
Jan Højgaard tekur eisini fult undir við atfinningunum hjá Axeli Hansen:
- Hetta vísir bara, hvussu tilvildarliga okkara fiskivinna verður umsitin. Vit vita, at Fiskiveiðieftirlitið fleiri ferðir hevur framt eftirlit umborð á Anitu. Hvat teir hava kannað og hugt eftir, skulu gudarnir vita, tí alt er vorðið blástemplað, hóast tað nú vísir seg, at skipari og reiðarí hava framt at kalla øll tey brot, ið fremjast kunnu umborð á føroyskum fiskiskipum, sigur hann.
Fiskimannafelagsformaðurin vónar, at Anitu-málið fær avleiðingar, so slíkt ongantíð hendir aftur.
- Ábyrgdin má og skal plaserast, og í fyrsta lagi eru tað landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Johan Dahl, ið vara av ávikavist Vørn og Sjóvinnustýrinum. Men eisini á hesum stovnunum skal staðfestast, hvør hevur ábyrgdina av hesi gøluni og øllum, ið hoyrir henni til, leggur hann dent á.

Greinin var prentað í Samtakblaðnum í Sosialinum 14. mai 2014.

 Greini hjá Axeli Hansen, sum endurgivið er úr, stóð her á heimasíðuni 18. mars 2014, og leinki til hana er her

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr