Skaðagjaldið

Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur tilfeingisgjald á fiskivinnuna vera til skaða fyri alt samfelagið og mælir her politikarunum til at lata vera við at pína vinnuna niður við fleiri gjøldum.

Fiskivinnan hevur í nógv ár goldið fyri allar tænastur í Føroyum. Tað vil siga, at fiskivinnan hevur lati menningahjálp til raksturin av føroyska samfelagnum. 

Nú verður rópt um tilfeingisgjald. Hetta minnir nógv um tilafturskomin lond, har embætismenn seta seg á ognina hjá fólkinum, fyri síðan at luta hana út, meðan fólki lítið ella onki fær. Eitt tilfeingsgjald er at meta sum eitt gjald fyri at sleppa at hjálpa. Eisini hetta er ein parallellur til fleiri menningarlond, har hjálparfelagsskapir mugu gjalda til embætismenninar fyri at hava hjálpararbeiði koyrandi.

Eitt gjald á vinnuna er onki minni enn eitt skaðagjald, og tað ger skaða um alt landið. Tað tekur frá komunum og fólki. Tað ger skaða á okkara barnagarðar og skúlar, tí pengarnir vera tiknir frá borgarum, sum skulu gjalda í komunukassan. Tann størsti skaðin er helst tann, at hetta skaðagjaldið ikki sleppur at arbeiða í samfelagnum, men endar sum ein deyð uphædd, sum onki gott fer at gera. Tá penganir ikki sleppa at arbeiða í samfelagnum, verður onki skapt heldur. 

Úrslitið verður: ongir pengar til almennaverk, ongir pengar til heilsverk og ongir pengar til skúlaverk – bert fyri at nevna nakrar avleiðingar.
Politikarar, standið heldur saman um fiskivinnuna. Tað kann millum annað gerast við at lata vera við at pína hana niður við fleiri gjøldum.

Jan Højgaard
formaður í Føroya Fiskimannafelag

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr