Útlendingar skulu hava ordiliga viðferð

Føroyskir myndugleikar eiga at kenna ábyrgd av, at útlendingar umborð á føroyskum skipum verða virðiliga viðfarnir. Tí hevur Fiskimannafelagið biðið Johan Dahl, vinnumálaráðharra, um at steðga heimsendingini av útlendingunum umborð á Anitu, til teirra viðurskifti eru kannað og lýst til fulnar.

Ongin veit, hvørja viðferð útlendingarnir umborð á garnaskipinum Anitu fáa frá reiðarínum, nú útlendingamyndugleikarnir hava gjørt av at senda teir heim, tí teir hava arbeitt í Føroyum uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Á politistøðini í Havn upplýstu tey seinnapartin fyri Fiskimannafelagnum, at menninir verða sendir av landinum við fyrsta morgunflogfarinum úr Vágum í morgin, og at tað einasta, ið løgreglan hevur tryggjað sær frá reiðarínum, er, at menninir hava flogferðaseðlar.

Tó at menninir ikki eru limir í Føroya Fiskimannafelag, vil felagið gera sítt til at tryggja, at skipsmanning undir føroyskum flaggi verður virðiliga viðfarin. Men ongin kennir umstøðurnar hjá indonesunum umborð á Anitu til fulnar, og ongin veit, hvørjar sømdir, teir fáa frá reiðarínum, nú teir verða heimsendir í ótíð.

Tí hevur Fiskimannafelagið í dag sent Johan Dahl, vinnumálaráðharr, sum eisini umsitur útlendingamál, soljóðandi skriv:
“Við hesum heitir Føroya Fiskimannafelag á vinnumálaráðharran um at biðja danska Útlendingastýrið um at útseta heimsendingina av útlendingunum, ið hava verið mynstraðir við føroyska garnaskipinum Anitu, til umstøðurnar hjá monnunum eru kannaðar og lýstar til fulnar.

Ongin greiða tykist vera á, hvørja støðu vanlukkan, ið hendi 11. februar, og sum kravdi eitt mannalív, hevur sett manningina í, nú einasta avleiðingin fyri teir er, at teir verða sendir heim. 
Spurningurin, um reiðaríið fer at rinda monnunum hýru og annars halda sínar skyldur yvir fyri manningini, er ósvaraður, eins og nógvir aðrir spurningar um støðuna hjá manningini.
Tó at útlendingamál er danskt málsøki, so eiga føroyskir myndugleikar, í hesum førinum Vinnumálaráðið, at kenna ábyrgd av, at útlendingar umborð á føroyskum skipum undir føroyskum flaggi verða virðiliga viðfarnir.
Málið hevur bráskund, tí sambært løgregluni skulu útlendingarnir sendast av landinum við fyrsta flogfarinum úr Vágum í morginsárið,
mikudagin 12. mars.”

Leinki til sjálvt skrivið er her.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr