Johan Dahl ger onki við málið

Vinnumálaráðharrin ætlar ikki at útseta heimsendingina av útlendingunum umborð á Anitu. Í svari til formannin í Fiskimannafelagnum sigur hann seg hava fult álit á, at donsku myndugleikarnir taka sær av málinum á fullgóðan hátt.

Johan Dahl hevur svarað áheitanini frá Fiskimannafelagnum um at útseta heimsendingina av indonesunum umborð á Anitu, til teirra støða er kannað og lýst, og svarið er nei. Útlendingamál er danskt málsøki, og vinnumálaráðharrin sigur í svari sínum, at hann hevur fult álit á, at donsku myndugleikarnir umsita málið á fullgóðan hátt.

Høvuðsgrundgevingin hjá Johan Dahl fyri ikki at taka málið upp er, at tað vildi verið órættvíst mótvegis øllum øðrum útlendingum, sum á hvørjum ári verða sendir av landinum, tí teir ikki hava neyðugu loyvini at vera her.

 

 

 

 

 

 

 

 

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr