Fiskimannafelagið meldað Anitu

Formaðurin í Fiskimannafelagnum meldaði um døgverðatíð í dag garnabátin Anitu, sum liggur og landar í Norðhavnini í Ánunum. Formaðurin er vísur í, at ongin av manningini, sum luttekur í landingini, hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Í morgin verður sjóforhoyr í sambandi við deyðsvanlukkuna 11. Februar, tá ein av manningini á Anitu, ein 34 ára gamal maður úr Indonesia, sló út. Maðurin er ikki komin afturíaftur. (Mynd: skipini.fo)

Útlendska manningin umborð á garnaskipinum Anitu er við til at landa skipið, hóast sannlíkt er, at ongin av teimum hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur í dag meldað garnaskipið Anitu til løgregluna, tí skipið er í ferð við at landa frystu veiðuna í Norðhavnini í Ánunum, og tað er útlendska manningin umborð, ið ger landingararbeiðið.

“Eg fekk boð um, hvat gekk fyri seg, og meldaði  beinanvegin, tí eg eri rættiliga vísur í, at manningin umborð á Anitu ikki hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, og tað krevst fyri at kunna gera nakað sum helst arbeiði innanfyri 12 fjórðinga-markið. At eg havi meldað, er ikki annað, enn tað, sum fiskimálaráðharrin sjálvur hevur mælt okkum til at gera, um vit hava illgruna um ólógligt arbeiði. Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur júst nú, at løgreglufólk eru í Norðhavnini og bíða eftir at sleppa at tosa við skiparan á Anitu. Teir bíða, tí umboð fyri Sjóvinnustýrið eru umborð í løtuni. Anita misti ein mann 11. februar, og ein orsøkin til, at skipið er komið í føroyska havn, er, at sjóforhoyr í sambandi við deyðsvanlukkuna skal verða fyrrapartin í morgin. Skiparin á Anitu er føroyingur, meðan restin av manningini, ið sigst telja omanfyri 30 mans, er útlendsk – teir flestu, um ikki allir, eru úr Indonesia.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr