Manningafeløg standa saman

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, vil hava tingið at samtykkja, at fiskiloyvi fram eftir skulu treytast av, at sáttmálar við føroysku manningafeløgini eru galdandi umborð, og 3. februar bóðu manningafeløgini í felags skrivi til Løgting og landsstýri um tað sama.

Fiskiloyvi skulu bert kunna latast einum skipi við tí greiðu treyt, at sáttmáli millum reiðarar og føroysku manningarfeløgini er galdandi umborð. Tað vilja manningarfeløgini hava politisku skipanina at syrgja fyri. Niðanfyri er teksturin í skrivinum endurgivin. Skrivið, sum varð latið landsstýri og Løgtingi 3. februar, er skrivað undir av formonnunum í manningafeløgunum, Jan Højgaard, Føroya Fiskimannafelag, Eyðstein Djurhuus, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og Páll Hansen, Maskinmeistarafelagið.

Áheitan á politisku skipanina 

Manningarfeløgini vilja við hesum heita á landsstýri og Løgting at tryggja, at øll manning á føroyskum fiskiskipum verður lønt eftir sáttmálum millum reiðarar og føroysku manningarfeløgini.

Best gongda leiðin at røkka hesum málinum beinanvegin er, at tað verður sett sum treyt í fiskiloyvinum. Soleiðis at skilja, at fiskiloyvi bert kunnu latast fiskifari við tí greiðu treyt, at viðkomandi far bert kann mannast við fólki, ið er lønt og eisini í aðrar mátar fevnt av sáttmálunum millum reiðarar og manningarfeløgini.

Í øðrum lagi er tað okkara ynski, at tað sum skjótast kemur at standa í sjálvari fiskivinnulóggávuni, at øll skip, ið fiska føroyskt tilfeingi í heimasjógvi og í fremmandum høvum, har vit eiga fiskirættindi, bara kunnu mannast við fólki, sum verða sett og lønt eftir føroyskum manningarsáttmálum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr