Onki nýtt um nýskipan

GREINING: Eftir fiskivinnu-kjakfundin í Ósaskúlanum í Klaksvík í gjárkvødið er tað greitt, at nøkur breið semja um eina fiskivinnunýskipan - har allir flokkar eru við, neyvan fast í lag í hesum valskeiðnum, sum endar í seinasta lagi um eitt ár og átta mánaðir. Till tess er frástøðan ov stór millum serliga Fólkaflokkin og andstøðuna, men eisini innanhýsis í samgonguni og millum andstøðuflokkarnar er ósemja. Og onki ítøkiligt tykist vera gjørt hetta seinasta árið fyri at partarnir kunnu nærkast hvør øðrum.

Í øllum førum hevur ongin fundur verið hetta seinasta árið í politiska fylgibólkinum, ið skal eitast at skula sparra við fiskimálaráðharran í arbeiðnum at smíða nýggja fiskivinnulóggávu.
Tí var kjakfundurin í gjárkvøldið ein endurtøka av fundinum, sum var á Torradøgunum í fjør, og snøgt sagt onki nýtt var at frætta.

Kanska kom tað heldur greiðari fram hesaferð, at Fólkaflokkurin, í øllum førum fiskimálaráðharrin, als ikki hava nakra nýskipan, men bert eina dagføring og tillaging av verandi lóg. Tað gjørdi Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, greitt á fundinum, og honum dámar heldur ikki sjálvur at brúka orðið nýskipan ella reform. Hann og restin av flokki hansara vilja eitt nú ikki hoyra talan um eina skipan við einari almennari sølu, sum virkar undir marknaðartreytum – eini uppboðssølu. Og ein slík skipan, har tað eru marknaðarkreftirnar, ið skipa alla vinnuna – virksemið í henni og atgongdina til hana – er avgerandi hjá bæði Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi fyri at verða við einari breiðari semju, rættiliga sentral hjá bæði Miðflokkinum og Framsókn og í øllum førum parti av Sambandsflokkinum, meðan Sjálvstýrisflokkurin kann ganga við til ”í minni mun”, sum formaðurin Kári P. Højgaard málbar seg, at selja fiskirættindi á eini uppboðssølu.

Onki annað kollveltandi alternativ til verandi skipan er á borðinum, og tí má uppboðssølan verða ein sentralur partur av einari nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap, um hon skal gera seg fortjenta at verða kallað ein nýskipan, reform. Skal breið semja fáast um tað, so skulu summir partar toyggja seg sera langt – serliga Fólkaflokkurin – og teir skulu gera tað ógvuliga skjótt.
Tí ber til nærum við vissu at konkludera, at ongin breið semja um nakra nýskipan verður hetta valskeiðið. Ein semja í samgonguni, møguliga við saman við øðrum ella báðum teimum smáu andstøðuflokkunum um meira ella minni víttfevnandi broytingar og annars tillagingar av verandi lóg um vinnuligan fiskiskap kann tó hugsast.

At onkur grundleggjandi broyting verður gjørt við eini smalari semju er í øllum førum neyðugt, um løgmaður skal verða standandi á beinunum, tí tað eru ikki so nógvir mánaðir síðani, at hann setti samgonguna í veð fyri eina nýskipan. Hon skuldi verða komin undir land í seinasta lagi 1. apríl í ár, segði løgmaður tá, tí annars var samgongan ikki stjórnarberandi.

Trýst á myndirnar niðanfyri fyri at gera tær størri.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr