Sáttmáli skrivaður undir við Grunnabar

Manningarfeløgini og South Pelagic í Vági, sum eigur ídnaðarskipið Grunnabar, samdust í dag um at lata sáttmálan frá í fjør galda hetta árið út eisini uttan broytingar. Sáttmálin er í samsvar við ásetingarnar fyri ídnaðarskip í Felagsavtaluni, har býtisprosentið er 27, uttan tá skipið fiskar upp á sítt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri – tá er býtisprosentið 25. Umframt semjuna um at leingja sáttmálan gekk South Pelagic undir ófrávíkiligu krøvini um at fáa øll viðurskiftini í rættlag, sum stríð hevur staðist um í 2013. Grunnabar hevur biðið um at fáa ein sersáttmála við manningarfeløgini, men henda umbønin varð havnað.

Manningarfeløgini vilja heldur sleppa av við allar aðrar sersáttmálar, ið eru, nú tað er avtalað við Reiðarafelagið, at allir sáttmálar og Felagsavtalan skulu endurskoðast í næstum.

 

 

 

 

 

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr