Bara val í Sandoynni

Sniálvur Røvilsberg og Tummas Frank Joensen kappast um sýsluformanssess.

Sýsluformansval er til Fiskimannafelagið í ár, og tá ið freistin at stilla upp var farin, varð greitt, at tað bara verður val í Sandoyar Sýslu. Tað er Tummas Frank Joensen úr Skúgvi, sum stillar upp móti sitandi sýsluformanni Sniálvi Røvilsberg, Skopun. Valseðlarnir eru sendir út, og freistin at atkvøða er 30. januar 2014. Talt verður upp 31. januar. 
Nýggja setan hjá sýsluformonnunum byrjar 1. februar 2014. 

Sitandi formaður í Sandoyar Sýslu, Sniálvur Røvilsberg, Skopun.

 

Avbjóðarin, Tummas Frank Joensen, Skúgvi.

 

 

 

 

 

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr