Sjúka og trygd

Tá fiskimaður gerst sjúkur umborð:
Um mynstraður fiskimaður verður sjúkur á túri, og hetta verður váttað av skipara og lækna, eigur viðkomandi rætt til sjúkratrygd. Minstalønin er kr. 15.735,- + frítíðarløn, ella tils. kr. 17.623,20 um mánaðin. 
Umsóknarblað fæst frá Lønjavningarstovuni tlf. 35 30 20 ella á www.fisk.fo. Varir sjúkan longri enn 75 dagar, tekur dagpeningaskipanin við fram til 280 dagar, frá tí sjúkan byrjaði. Dagpeningaskipanin gevur kr. 3.956,- um vikuna, men munurin upp til minstuløninia, kr. 16.858,46 verður goldin av Trygdargrunni Føroya Fiskimannafelags tó max. 20%. 

Sjúkratrygd:
Sambært lóg nr. 30 frá 19. mai 2004 verður veitt fiskimonnum sjúkratrygd: 
Veitt verður mynstraðum fiskimonnum sjúkratrygd, um teir fara sjúkir í land, og hetta verður váttað av skipara og lækna. 
Sjúkratrygdin er frá 1. mai 2010 kr. 529,78 um dagin umframt frítíðarløn. 
Sjúkratrygdin kann veitast í mesta lagi í 75 samfeldar dagar og í mestalagi 180 dagar í einum álmanakkaári.
Innlatingarfreistin er 60 dagar og freistin fyri fyrsta læknaviðtalu er 14 dagar eftir heimkomu.
Umsøkjarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at tíðarfreistirnar verða hildnar.

Tá sjómaður gerst sjúkur umborð:
Manning á farmaskipi, sum gerst sjúk í tænastu, eigur løn í tríggjar mánaðar og í fýra mánaðar, um hann hevur 5 ára starvstíð. Somu reglur eru galdandi fyri barnsburð. 

Tá fiskimaður gerst sjúkur heima:
Tá fiskimaður gerst sjúkur heima, kemur hann undir dagpeningaskipanina, um hann kann fáa váttan um inntøkutap. Frá dagpeningaskipanini fæst dagpeningur í upp til 40 vikur í einum 12 mánaðarskeiði. Nú verður goldið frá 1. degi. 

Hægsta upphæddin er kr. 3.956.- (íroknað frítíðarløn) um vikuna, men munurin upp til minstuløn verður goldin av Trygdargrunni FFs, tó mest 20%. Serliga fyri dagpeningaskipanina er umráðandi at søkja skjótast gjørligt. Her er tó gjørd tann broyting í 2001, at freistin, sum var 12 dagar, er sett til 30 dagar. Ein nýggj skipan er eisini, at dagpeningur verður goldin til tey, hvørs børn ella hjúnafelagi gerast álvarsliga sjúk, um tað av lækna verður mett neyðugt, at persónurin er um tann sjúka. 

Við sjúku longri enn 280 dagar:
Hjá teimum, sum eru sjúk longri enn 280 dagar, eru møguleikarnir forsorgarskipanin, avlamispensjón ella framskundað fólkapensjón. Her eiga fólk at venda sær til Almannastovuna og hennara deildir. 

Niðanfyri eru pdf´ar um lóggávuna og faldari um samlagstrygging:

Pdf: 
ViðfestiStødd
PDF icon Samlagstrygging726.24 KB

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr