Eingin MF-sendari tøkur

Vørn greiðir fr at støðan hevur verið sera vánalig viðvíkjandi MF-sendarunum hjá Tórshavnradio.

Upprunaliga vóru 4 MF-sendarar uppi á Varða, men meginpartin av 2015 hevur bert ein verið eftir. Hann varð so settur sum DSC-sendari, so Tórshavnradio kundi kvitta fyri einum møguligum DSC-neyðarkalli. Tøkniliga avleiðingin av hesum varð so, at nú var ikki longur møguligt hjá Tórshavnradio at tosa á MF, men bert at kvitta á DSC. 

Støðan var so hættislig, at tað í skundi bleiv játtað ein millión kr til at keypa ein MF-sendara afturat, so tað aftur kundi gerast møguligt hjá Tórshavnradio at tosa við skip yvir MF.

 

(kelda: http://www.mrcc.fo/)

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr