Nýggjur samleiki – nýtt búmerki

Sum fakfelag er okkara  endamál at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi fyri at bøta um kor teirra og at arbeiða fyri øllum, ið kann vera sjómonnum og fiskivinnu at frama.

Nýggja búmerkið er sett saman av tveimum F´um, sum ímynda fiskin, ið er grundarlagið undir virkseminum á landi og á sjógvi, og sum eru eyðkenni fyri okkara fakfelag. 

Nýggja búmerkið er í litum bygt upp um bláa sjógvin og reyða ávaringarlitin um, at vit sum fakfelag altíð hava eitt vakið eygað við sjófólki okkara og viðurskiftum teirra.

Okkara ynski er, at nýggja búmerkið lýsir okkum soleiðis, sum vit síggja okkum – sum eitt hitt elsta fakfelagið í landinum við nýggjari orku og einari leiðslu, sum er vakin, fyrikomandi og á varðhaldi.

 

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr