Vælkomin á okkara nýggju heimasíðu

Fiskimannafelagið í nýggjum búna

Tíðir broytast, og eisini eitt elligamalt fakfelag sum Føroya Fiskimannafelag, FF,  hevur av og á brúk fyri at busta dustið av sær og verða í samsvar við nútíðina – eisini í útsjónd.

Tí hevur felagið í dag latið seg í nýggjan búna, ein nýggjan grafiskan samleika, eyðkendur við einum nýggjum búmerki og einari heilt nýggjari og meira nýmótans heimasíðu.

Tað er felagið Norna, ið hevur ment nýggja samleikan hjá FF.

Men nýggju innpakningur uttan gott innihald nyttar lítið, og tí kunnu limirnir og onnur áhuga fram eftir vænta sær væl fleiri tíðindi og sum heild meira virksemi á heimasíðuni.

Tøknin í dag gevur møguleikar fyri at arbeiða nógv meira við tí visuella, og samanborið við ta gomlu, letur nýggja heimasíðan tí eisini upp fyri í nógv størri mun at brúka myndir og video í miðlingini.

Vónandi taka tit limir væl ímóti nýggju heimasíðuni.

Jan Højgaard
formaður

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr