Hví klárar heimaflotin seg ikki

Ì 1995, tá ið fiskidagarnir blivu ásettir fyrstu ferð, bleiv talið av fiskidøgum sett 20% lægri enn tilmælini frá fiskifrøðingum. Fyri at tað ikki skuldi verða sett ov høgt.

Men Havstovan mælir til at seta fiskidagarnir niður á hvørjum ári.

Um skipini fáa meira fisk, so verða dagarnir settur niður, sum er beint ímóti tí sum fiskidagaskipanin var gjørd uppá.

Var meira fiskur at fáa skuldi dagatalið setast upp. Men Havstovan hevur roynt at oyðilagt skipanina frá 1 degi, hendan góða skipanin kom.

Tað eru nógvar av teimun bestu fiskileiðinum stongdar og dagarnir eru minkaðir við meira enn eina helvt í 15 ár.

Áðrenn 1995 fiskaðu partrolarnir ca 270-300 dagar, loyvi bleiv til 237 dagar, nú til 124.

Trolbátarnir fingu bert 120 dagar, nú eru tað 63 dagar.

Tað eru ikki bara trolarnir, sum eru skerdir. Línu- og snelluskipini, har bleiv eisini minkað tað sama ella meira.

Tað hevur havt við sær, at tað vóru tríggir kostir í at velja.

- At fara á heysin - keypa dagar - ella selja.

Høvdu allir politikarnir havt so lítið innlit í fiskivinnuna og lurta eftur fiskifrøðingunum og sett dagarnar niður eftir tilmælinunum frá Havstovuni við 10-35% um árið, so var ongin heimafloti í Føroyum í dag.

Fiskimenninir og flakafólkini eru fækkað niður í helvt, arbeiðisloysi er vaksið nógv.

Partrolaraflotin er minkaður frá 58 skipum í 1986, niður í 30 skip nú. Í 1975-80 vóru 43 trolbátar á Landleiðini, nú eru 8.

Er fiskiveiðan ikki burðardygd? Er veiðitrýsti ov høgt? Ella er onki skil á fiskifrøðingum?

Kjartan Hoydal var í Utvarpinum í sienastu viku og segði har, at ICES tók ikki hædd fyri meskastødd ella stongdum leiðum. Hvussu kunnu fiskifrøðingar so siga nakað um at veiðitrýsti er ov høgt. Hvat gongur fyri seg í ICES og á Havstovuni.

1. Taka fiskifrøðingar heldur ikki hædd fyri minstamáti á fiski?

2. Og at upsi er meira enn 50% av tíðini uppi í sjónum?

3. Hvussu stórt er økið við Føroyar sum skipini fiska upsa á 2 fj?

4. Hvussu nógvar 2 fj togar eitt par um døgnið? 

5. Hvussu nógvir 2 fj av landgrunninum eru stongdir?

6. Nær tók Magnus Heinason seinast ein ljóðprøva og hvat var úrslitið?

7. Hví fær Magnus Heinason ongantíð nógvan fisk, tá ið onnur skip fáa nógvan fisk?

8. Hví tosa tit ongantíð um at føðin er vekk hjá fiskinum?

9. Er tað ikki grundleggjandi í læruni hjá fiskifrøðinginum at onki kann liva uttan føði?

10. Verður tað ikki altíð meira fiskur, tá ið fiskurin blívur feitari?

Tað bleiv sagt frá Havstovuni at lundin, ternan og ritan doyr í hungri tí ongin føði er.

Eg veit ikki, hvussu nógvar mill. Havstovan fær, men hon hevur kostað fleiri milliardir hesi árini við skeivum stovnsmetingum. Skeivum tølum fyri veiðitrýst og villeiðandi tølum til politikarar.

Vóni at fáa svar frá onkrum á Havstovuni, men rokni ikki við tí.

Vestmanna 25 10 2011
Eyðun Hansen

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr