Vit skulu skatta spekulasjón heldur enn sjófólk

Í verandi støðu skal sjómannfrádrátturin ikki nertast, og ongin eyka rokning skal heldur sendast til útigsiglarar.

Tað er ørkymlandi at síggja, at teir flokkar, sum í valstríðnum kropp á kroppi eru komnir við órealistiskum lyftum um skattalættar, barnakekk og aðrar gávur, annaðhvørt onga fígging hava ella ætla, at vanligir løntakarar so ella so skulu fíggja gildið.

Javnaðarflokkurin vil millum annað, at útisiglarar – til dømis DIS’arar og NIS’arar – sum frammanundan eru skattaðir í nettoskattaskipanum, skulu rinda meira, og Framsókn vil avtaka sjómannafrádráttin.

Lat tað vera sligið fast, at í verandi støðu eigur ikki eitt oyra at verða tikið frá hvørki fiskimonnum ella útisiglarum.

Vit vilja tvørturímóti lækka lønarskattin generelt og eisini gera átøk at fáa ovurhonds høga kostnaðarstøðið niður her heima. Við hesum skal keypiorkan hjá vanliga føroyinginum økjast. Føroyar skulu ikki framhaldandi verða dýrasta land, hvørki í heiminum ella Norðurlondum, at liva í.

Gamaní halda vit í Tjóðveldi, at tað grundleggjandi er skeivt at hava serskattaskipanir fyri ávísar vinnur, men tað hevur nógv hægri raðfesting hjá okkum at skatta óproduktiva spekulasjón heldur enn at leggja eyka byrðar á hart arbeiðandi løntakarar, í hesum førinum okkara sjófólk.

Tað verður upp til eina politiska telving at seta tal á ætlaðu skattalækkingina hjá Tjóðveldi, tí ongin flokkur kann fremja og enn minni diktera eina skattalækking einsamallur.

Fíggingin skal í fyrsta lagi koma frá kapitalvinningi, sum í dag verður skattaður nógv lægri enn vanligt lønt arbeiði.

Ingolf S. Olsen
valevni fyri Tjóðveldi

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr