Limirnir í Samtak vera fátækari

At fáast við eftirlønir er mangan torskilt, og tað eru sera nógv viðurskifti, tú skalt taka hædd fyri, tá ið pensjónsinngjald hjá einum persóni verður umroknað til pensjónsútgjald. Inngjald, skattur, umsitingargjald, renta eru nakrir av faktorunum, tískil er trupult í dag at siga, hvussu nógv ein persónur fer at fáa útgoldið um 30 ár, men eitt sindur vita vit kortini.

Tekur tú einans hædd fyri, at skatturin er 35% nú ella um 30 ár, so er upphæddin tú hevur eftir hin sama hjá uppspararanum, men til ber ikki bara at taka hædd fyri hesum, tí tað eru ein ørgrynna av øðrum viðurskiftum, ið gera seg galdandi. Her er renta, umsitingargjald, inngjald og annað, sum tú noyðist at taka hædd fyri. 

Eftirløn í dag
Vit hava í dag trý sløg av pensjónsútgjaldum

• Kapitaleftirløn (Verður útgoldið í einum og skattað við 35%)
• Lutaeftirløn (verður útgoldið sum mánaðarlig veiting í 10 ár, og skattað við vanligum a-skatti) 
• Lívrenta (verður útgoldin sum mánaðarlig veiting restina av lívinum og skattað við vanligum a-skatti)

Feløgini í Samtak hava flest øll lívrentu - t.v.s., at tá ið tey gerast pensjónistar fáa tey eina lítla upphædd um mánaðin, og verður hetta skatta samsvarandi vanligu a-skattaskipanini.

Arbeiðsfólk og fiskimenn fátækari í ellisárum
Ein flakaskeri, dagrøktari, lossari, bilførari ella línumaður – bara fyri at taka nakrar fáar av typisku starvsbólkunum, sum eru í Samtaki, forvinna millum 100.000 og 240.000 kr árliga – pensjónsgjaldið er áleið 10%, men feløgini miða eftir at fáa hetta at hækkað til 15% við komandi sáttmálasamráðingar.

Hesir starvsbólkar – og ein rúgva av øðrum við fáa munandi minnið útgjald, um Fólkaflokkurin fær sín vilja í samgongusamráðingunum, tí skattingin verður øðrvísi – í løtuni er tað a-skattur, sum er lutfalshækkandi. Umsitingargjaldið verður hægri í mun til upphæddina tú hevur standandi og lutfalsligi vinningurin verður tískil minnið.

At skatta inngjaldið, merkir ikki bara nakrar fáar hundrað krónur minnið í útgjaldi, men verður fleiri túsund krónur. Arbeiðarin og fiskimaðurin vera tískil fátækari, um Fólkaflokkurin fær sín vilja.

Sonja J. Jógvansdóttir.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr