Eiga ikki at fáa loyvi at fiska makrel

Teir reiðarar, sum ikki hildu seg til lóggávuna um makrelfiskiskap 20011, eiga ikki at sleppa at fiska makrel í 2012. Tað kann ikki bera til, at Løgtingið samtykkir lóg, sum við beráddum huga verður brotin av ivasomum reiðarum, sum hvørki virða sáttmálar teir sjálvir hava undirskrivað, ella tær lógir, sum Føroya Løgting hevur samtykt.

Tað kann ikki vera meiningin, at vit aftur í ár skulu ganga í hølinum á almennu umsitingini, við lógini í hondini, fyri at vísa teimum, hvat í Føroya Løgting hevur lóggivið um.

Hetta var gjørt alt síðsta summar, uttan at almenna umsitingin, vildi taka lógina til eftirtektar. Ein beinleiðis avleiðing av hesum var, at nakrir reiðarar ótarnaðir sluppu, at fiska ólógliga uttan at føroyska myndugleikarnir gjørdu nakað fyri at steðga teimum.

Manningarfeløgini gjørdu vart við seg fleiri ferðir, hjá øllum avvarðandi myndugleikum, men enn er onki revsimál reist okkum vitandi. Hvar er Fútin?

Síðsta summar spurdi núverandi Fiskimálaráðharrin, “Hvar er Fiskimannafelagið” í lesarabrævið, um lógloysið, sum valdaði á økinum hjá Jóhan Dahl, táverandi Fiskimálaráðharra. Eitt er so heilt vist, at Fiskimannafelagið var sera aktivt alt summarið í fjør, og fekk millum annað varpa ljós á tað líkasæla, sum valdar innan almennu fyrisitingina, tá tað ræður um at verja føroyska borgaran.

Eitt gott dømi er Lafayette, har føroysku eygleiðararnir vóru tryggjaðir í allar mátar, meðan landsmenn teirra, sum ikki vóru nóg høgt í metum, vóru sleptir uppá fjall, vegna eina primitiva hugsan um, at vanligir føroyskir fiskimenn ikki skulu hava eini grundleggjandi rættindir, sum vóru tryggja teimum í sáttmála.

Eftir ógvusligt trýst frá Føroya Fiskimannafelag, slakaði kinesiska felagið, og teirra leiðisveinar, her so mikið, at teir fingu orðna viðurskiftini við TAKS, so manningin ikki sat við einari stórari rokning árið eftir, tí lønin var goldin svart.

Til okkara høgt virda Fiskimálaráðharra: Lat ikki hesar skálkarnar sleppa at fiska makrel í ár. Vit fara eisini at heita á teg, um at taka loyvini frá øllum, sum ikki halda sáttmálarnar við føroysku manningarfeløgini. 

Lat nú teir heiðurligu reiðararnar sleppa at royna seg – Tað fer at tæna okkum øllum best

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr