Seinastu tíðindi

Lóggeva sáttmálan út á sjógv Hoyringskriv Frá Føroya Fiskimannafelag Buldraligt politiskt veður í vetur Sóknirnar fara í søguna Makreltilfeingið bara økist

Fakfelagstíðindi

Buldraligt politiskt veður í vetur


22 november 2017 - 13:50

Samfelagið stirðnað av ábyrgdarloysi

Føroyska samfelagið hevur verið, og er partvís undir tí størstu hóttanini síðan krígslok í 45. Hóttanini er frá partum, av sitandi samgongu, sum ætla at lata stórkaptalin fara við okkara ogn.

Við føgrum orðum, hava teir roynt at avlaga sannleikan. Fólk í ikki veit betur, letur seg ávirka soleiðis, at tey halda væl standa til. Tá fólk ikki er áhuga í at eftirkanna, um nakað halda er í tí, ið verður ført fram, so er skili sum tað er.

Tað tykist enntá at vera so galið, at tá ið góð prógv vera løgd á borið, so vera tey skúgva til viks, tí tey ikki koma frá tí rætta, ella tí ein møguliga ynskir veruleikan øðrvísi enn hann nú einaferð er. Tað er enn tá so galið, at tey, ið verja mannarættindini vera kallaði vargar.

Hetta varpar ljós á ein kyniskan banda, sum ikki letur sær nakað linda í sínum óunniliga myrka spæli. Ein orm, ið hevur sprænt eitur út, fyri at fáa ilt í tjóðina, við at vísa á viðurskifti í fiskivinnuni, har ein stórur partur er beinleiðis lygn.

Stórur partur av samgonguni hevur ikki fata tað enn, at vera misnýtt í einum spæli, har myrkursins strategar sita og bíða eftir tí søta bitanum. Snildir sum teir eru, vísa teir á, at ávísir reiðarar hava havt góð kor í nøkur ár. Hetta er við til at gjøda landið við øvund, soleiðis, at lættari verður hjá teimum at selja til útlendsk  áhugamál.

Samgongan má ikki lata seg draga uppá trá av hesum, tí tað fer at koma føroyinginum aftur um brekku.

 

Tí eiga samgongufólk, ið er góð við Føroyar, at steðga á, og leingja verðandi skipan í 2 ár.