Seinastu tíðindi

Lóggeva sáttmálan út á sjógv Hoyringskriv Frá Føroya Fiskimannafelag Buldraligt politiskt veður í vetur Sóknirnar fara í søguna Makreltilfeingið bara økist

Fakfelagstíðindi

Sóknirnar fara í søguna


4 september 2017 - 16:31

31. januar næsta ár endar hettar sóknarformansskeiðið, og ongir nýggir verða valdir. Limir Fiskimannafelagsins hava við uratkvøðu gjørt av at strika skipanina við sóknarformonnum.

Síðani Føroya Fiskimannafelag varð stovnað í 1910, hevur felagið verið skipað við sýsluformonnum – seks í tali – sum saman við formanninum mynda nevndina, og einari rúgvu av sóknarformonnum við tiltaksmonnum.

Men nú fer skipanin við sóknarformonnum í søguna. Uppskot um at broyta viðtøkurnar við hesum endamáli varð sett fram á landsfundinum fyri jól í fjør.

Landsfundurin gjørdi av at senda uppskotið til uratkvøðu millum allar limir felagsins. Hósdagin 31. august var liðugt at atkvøða, og úrslitið var, at uppskotið bleiv samtykt.

Lítil áhugi

Eftir vallutøkuni at døma var áhugin fyri skipanini við sóknarformonnum lítil, tí bert 49 limir greiddu atkvøðu. Umleið 650 limir høvdu atkvøðurætt. Tvær atkvøður vóru ógyldugar, 29 atkvøddu fyri lógarbroytingini og 18 atkvøddu ímóti.

- Eg haldi, at laka valluttøkan í sær sjálvari ber boð um, at tíðin var farin frá hasari skipanini. Seinastu árini hevur tað heldur ikki eydnast at manna allar sóknarformanssessirnar og enn verri teirra tiltaksfólk, so eg haldi, at avgerðin um at strika skipanina er røtt, sigur Jan Højgaard, felagsformaður.

Eftir viðtøkunum lá talið av sóknum ikki púra fast. Har ljóðaði ásetingin soleiðis í § 7:

Landið verður býtt í felagssóknir og skal býtast so, at lætt er hjá einum sóknarformanni at fara um í síni sókn. Í hvørji sókn verður valdur ein sóknarformaður við tveimum tiltaksmonnum. Hesi val kunnu vera munnlig, men skulu vera skrivlig, um nakar krevur hetta á fundinum.
Uppgáva sóknarformanna er, saman við tiltaksmonnum, at umboða felagið mótvegis limunum og at umboða limirnar mótvegis felagnum, men annars ger felagsstjórnin, í samráð við sóknarformenninar, gjøllari reglugerð fyri arbeiði teirra. 

Nú skipanin fer í søguna eru 42 sóknir skrásettar. Tvær sóknir eru púra ómannaðar, og í fleiri sóknum eru ongir ella ov fáir tiltakslimir.

Viðtøkubroytingin fær virknað beinanvegin, men sóknarformenninir og teirra tiltaksfólk verða sitandi skeiðið út – tað endar 31. januar 2018.

Vit skulu sjálvandi ansa eftir, at limademokratiið í felagnum ikki verður skert, men tað sigur seg sjálvt, at eitt so gamalt felag sum Fiskimannafelagið má dagføra bygnaðin av og á, so hvørt sum fiski- og sjóvinnan og alt samfelagið broytist, sigur Jan Højgaard

Smidligari felag

Stjórnin í Føroya Fiskimannafelag hevur hesi seinastu árini arbeitt við at gera felagið meira smidligt, tá tað snýr seg um at taka avgerðir, og gera mannagongdirnar minni byrokratiskar.

Avtøkan av skipanini við sóknarformonnum var annað stigið í hesi gongd. Fyrra stigið varð tikið á landsfundinum í 2015, tá landsfundurin fekk greiðari heimildir. Áðrenn tað skuldi sjálvt tann minsta viðtøkubroytingin sendast til uratkvøðu, men nú er nóg mikið, at í minsta lagi tríggir fimtingar av teimum, sum eru møtt á landsfundi, taka undir við slíkum broytingum.

Men landsfundurin kann gera av at senda broytingar av prinsipiellum týdningi til uratkvøðu, og tað var júst tað, sum hendi á seinasta landsfundi, tá gjørt var av at senda málið um avtøku av skipanini við sóknarformonnum út til allar limirnar at taka støðu til.

Neyðugar dagføringar

Formaðurin fegnast um broytingarnar, sum gjørdar eru.

- Tað at gera mannagongdirnar minni byrokratiskar, ger felagið meira virkisført. Vit skulu sjálvandi ansa eftir, at limademokratiið í felagnum ikki verður skert, men tað sigur seg sjálvt, at eitt so gamalt felag sum Fiskimannafelagið má dagføra bygnaðin av og á, so hvørt sum fiski- og sjóvinnan og alt samfelagið broytist, sigur Jan Højgaard.

Fyri framhaldandi at tryggja góða geografiska umboðan á landsfundunum og áhugan fyri felagsarbeiðnum annars, ætlar nevndin at gera eina fyriskipan, sum í størri mun aktiverar tiltaksfólkini fyri sýsluformenninar.

- Teir kundu til dømis fingið somu sømdir sum sóknarformenninir høvdu aftur fyri at møta á landsfundi og virka sum bindilið millum felagið og limirnar úti í økinum. Men tann spurningurin skal viðgerast nærri í nevndini og kanska eisini á landsfundi, sigur Jan Højgaard.

Niðanfyri er leinki til ein javntekst, ið vísir viðtøkurnar undan og eftir nýggjastu broytingarnar.