Seinastu tíðindi

Lóggeva sáttmálan út á sjógv Hoyringskriv Frá Føroya Fiskimannafelag Buldraligt politiskt veður í vetur Sóknirnar fara í søguna Makreltilfeingið bara økist

Fakfelagstíðindi

Fiskimenn offur í taktiskum spæli


24 august 2017 - 16:28

Axel Hansen finst í hesi grein hvasliga at Løgtinginum, tí tað ikki avgreiðir revisheimildina fyri brot á ásetingarnar um hýruviðurskiftini í lógini, sum regulerar fiskiskapin eftir uppsjóvarfiski og botnfiskiskapin í Barentshavinum – serliga nú tá uppboðssølan av kvotum er byrjað.

Almenna uppboðssølan av kvotum er byrjað, meðan lógarverkið undir fiskiskapinum liggur í hálvum gekki. Tí tann lógarásetingin, sum hevur allar størst týdning fyri manningarnar á skipunum, ið skulu fiska hesar kvotur, bara kann brótast, uttan at tað fær nakra sum helst avleiðing fyri reiðaríini.

Ásetingin, sum talan er um, er § 7 í ”Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 6. juni 2017”.

§ 7 sigur, at manningarnar skulu lønast samsvarandi sáttmálunum við føroysku manningarfeløgini, og at reiðararnir ikki kunnu draga kvotukeypini á uppboðssøluni frá í søluvirðinum, áðrenn avroknað verður.

Trupulleikin er bara, at ongin heimild er í lógini fyri at áseta nakra revsing fyri brot á § 7. Tí er greinin, sum er, innantóm og uttan praktiskan týdning.

Men hetta skuldi alt rættast við einari lógarbroyting, sum varð løgd fyri Løgtingið 22. mai í ár. Talan var um ein sera einfalda broyting, ið ásetti, at revsingin fyri brot á § 7 skuldi verða hin sama sum fyri brot á aðrar ásetingar í lógini.

Málið var eisini klárt hjá tinginum endaliga at avgreiða, tá løgingsformaðurin brádliga sendi tingið til hús 5. juli. Álitið hjá vinnunevndini var skrivað, og onnur viðgerð skuldi verða sama dag, men tá tingið var sent heim, datt málið burtur saman við øllum øðrum óavgreiddum málum.

Ikki tann stóra vanlukkan, hildu vit, tí politiska viðgerðin av málinum var jú liðug, so tá tað varð lagt fram aftur á ólavsøku, mátti bera til at fáa tað avgreitt sum skjótast uttan nýggja nevndarviðgerð ella annað roks.

Men tað skuldi ikki vera.

Undir 1. viðgerð 18. august gjørdu fleiri tingfólk annars greitt, at onki nýtt var í málinum, og at tað longu var liðugt viðgjørt og tí bara átti at avgreiðast. Men tá Sonja Jógvansdóttir heitti á løgtingsformannin – Jógvan á Lakjuni sat tá í formansstólinum – um ikki at beina málið í vinnunevndina aftur, men heldur beina tað beinleiðis til aðru viðgerð, varð áheitanin uttan nakra sum helst grundgeving bara kveistrað til viks.

Málið skuldi í vinnunevndina, gjørdi Jógvan á Lakjuni greitt.

Og har liggur tað enn. Helst sum kastibløka í onkrum løgnum taktiskum spæli, sum bert vinnunevndarlimir kenna.

Tá tað er staðfest, at málið er liðugt viðgjørt politiskt, átti tað at verið lagamanni at lagt sama álit fram aftur, sum varð lagt fram í juli.

Men tað er ikki hent. Allir vinnunevndarlimirnir flóta yvir av vælvilja, tá vit í Fiskimannafelagnum tosa við teir um málið, men kortini kom heldur onki álit í hesi vikuni, so málið kundi verða avgreitt, áðrenn tingið nú enn einaferð leggur tingarbeiðið stilt í fleiri vikur.

Lítið er at ivast í, at málið verður brúkt í taktiskum dysti ímillum samgongu og andstøðu.

Men tey einastu, sum kenna svian av hesum, eru tó ikki vinnunevndarlimir ella onnur tingfólk, men fiskimenn og -kvinnur. Tí nú er hol sett á uppboðssølurnar, og væl er borðreitt fyri reiðarunum at leggja sektin á, hvat lógin sigur, tí tað kostar jú onki at bróta hana.

Ásetingarnar um, at sáttmálarnir við manningarfeløgini skuldu fylgjast, skuldu tryggja frið á arbeiðsmarknaðinum í sambandi við fiskiskap eftir kvotum keyptar á uppboðssølu. Men úrslitið higartil er maksimalt rumbul og óvissa.

Fyri fiskimenn og –kvinnur, ja alt samfelagið, kann avleiðingin gerast rættiliga álvarsom.

Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag