Seinastu tíðindi

Lóggeva sáttmálan út á sjógv Hoyringskriv Frá Føroya Fiskimannafelag Buldraligt politiskt veður í vetur Sóknirnar fara í søguna Makreltilfeingið bara økist

Fakfelagstíðindi

  • Mynd: in.fo

Avroknast skal eftir marknaðarprísi


22 august 2017 - 16:26

Fiskimannafelagið boðar í hesum skrivi frá, at tað fer at seta fram endurgjaldskrav vegna manningarnar, um tær verða avroknaðar fyri minni enn marknaðarprís, nú til ber at keypa á uppboðssølu uttan veiðiloyvi.

Føroya Fiskimannafelag hevur ilt við at meta um, hvat fer at henda í fiskivinnuni, nú hol verður sett á uppboðssølurnar av óveiddum fiski, har tað ikki longur er ein fortreyt, at keyparin skal hava veiðiloyvi.

Felagið ímyndar sær, at keypararnir á uppboðssøluni fara at hava stórt hugflog at finna upp á mátar, har meira liggur eftir hjá teimum og minni hjá manningunum, enn tað vildi gjørt, um talan var um tradisjonellan fiskiskap grundaður á veiðiloyvi.

Proformasølur ímillum virki og skip, sum eru vertikalt integrerað, er ein møguleiki. Hann finst sjálvsagt eisini í dag, men higartil hava virki ikki sjálv kunnað útvega sær kvotu.

Bert hugflogið setir mørk, og tí metir Føroya Fiskimannafelag tað vera neyðugt alment at minna allar núverandi og komandi aktørar í fiskivinnuni á ófrávíkiligu grundregluna í býtissáttmálunum, sum felagið hevur við Føroya Reiðarafelag og einstakar reiðarar.

Henda grundregla sigur, at reiðarí og manning í felag hava ábyrgd av, bæði at fáa sum mest av veiðu til høldar, tá fiskað verður, og at fáa best møguligan marknaðarprís fyri hesa veiðu, sum reiðarí og manning í felag eiga. Manningin verður tí avroknað eftir veruliga avreiðingarvirðinum.

Tí vilja vit við hesum gera púra greitt, at verður Føroya Fiskimannafelag varugt við, at snildir verða nýttar, soleiðis at avreiðingarvirðið, sum manningin skal avroknast eftir, ikki samsvarar við marknaðarprísin, so fer felagið beinanvegin at krevja endurgjald vegna ta manning, ið er fyri missi.

Vegna Føroya Fiskimannafelag
Jan Højgaard, formaður