Seinastu tíðindi

Lóggeva sáttmálan út á sjógv Hoyringskriv Frá Føroya Fiskimannafelag Buldraligt politiskt veður í vetur Sóknirnar fara í søguna Makreltilfeingið bara økist

Fakfelagstíðindi

Fiskivinnuumsitingin er alt ov veik


4 juli 2017 - 16:22

Axel Hansen mælir í hesi grein vegna Fiskimannafelagið til, at umsitingin í Fiskimálaráðnum beinanvegin verður styrkt, um hon skal verða før fyri at umsita ein nýggja fiskivinnulóggávu.

Fiskimannafelagið hevur víst á, at fyriliggjandi “Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi” landsstýrissins vil gera tað nógv meira kompliserað og tvørligt at umsita fiskivinnuna. Her verður serliga hugsað um ásetingarnar um uppboðssølu, og at skipanin við veiðiloyvi verður strikað.

Hetta halda vit er serstakliga vandamikið við teimum royndum, vit hava av eini sera veikari umsiting í Fiskimálaráðnum.

Her kann verða víst á vánaliga frágingin lógaruppskot og eina røð av óhepnum avgerðum og umsitingarligum feilum. Feskasta dømið eru skeivleikarnir við flyting av veiðiloyvum, og at Fiskimálaráðið beinleiðis váttar, at man ger sær ikki far um fráboðanir frá undirliggjandi stovni, hóast Fiskimálaráðið bað um at verða kunnað, áðrenn møguligar umsóknir um flyting av veiðiloyvi vórðu avgreiddar.

Fiskimannafelagið vil tí staðiliga mæla til, at umsitingin í Fiskimálaráðnum beinanvegin verður styrkt og skipað øðrvísi fyri at tryggja, at hetta fyri Føroyar so týdningarmikla øki verður væl umsitið, og at politiskar ætlanir á økinum kunnu verða framdar á einum tryggum grundarlagi og ikki koma avvarðandi landsstýrismanni í óføri og óneyðugt politiskt rumbul.

Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag