Lína og snella

Línu- og snelluskip til ísfisk

Um manningartalið er 14 ella meiri

Av søluvirðinum verða sum felagsútreiðslur frádrignar: Sí §17.

Av avlopinum fær skipari og manningin til javnbýtis (línuveiða): 43,00 %

Umframt verður av avlopinum avroknað til:

  • Skipara 2,15 eykapartar
  • Stýrimaður 1,00 eykapart
  • 1. meistari 0,80 eykapart
  • 2. meistari 0,25 eykapart
  • Kokkur 0,25 eykapart

Maskinmeistarar, sum í dag fáa 1 eykapart varðveita hann.

Um manningartalið er 13 ella minni

Av søluvirðinum verða sum felagsútreiðslur frádrignar: Sí §17.

Av avlopinum fær skipari og manningin til javnbýtis: Við støði í manningartali uppá 13 43,00 %

Hvørja ferð manningatalið minkar við einum manni, verður javnbýtisprosentið minkað við 0,25 % stigum.

Umframtverður av avlopinumavroknað til:

  • Skipara 6,604%
  • Stýrimaður 3,071%
  • 1. meistari 2,457%
  • 2. meistari 0,768%
  • Kokkur 0,768%